Refund policy

IÐRANARRÆTTUR

Um tú iðrar eitt keyp hevur tú iðranarrætt. Vøran skal sendast aftur til Urval innan 14 dagar. Send vøruna til, Tunguvegur 13, 240 Skopun, ella tú kanst koma við vøruni eftir avtalu. Vit vilja heita á teg at senda ein teldupost til okkara á urval@urval.fo og boða frá hesum. Minst til at geva vísa kvittan. Um kvittan ella umbýtingarmerkið er við, fæst tilgóðseðil ella tú kanst býta um til aðra vøru.

Er vøran niðursett er ongin iðranarrættur. 

UMBÝTINGARRÆTTUR

Umbýtingarrættur er 14 dagar, treytað av at vøran er óbrúkt og í sama standi, sum tá hon var keypt. Eisini er umbýtingarrætturin treytaður av at øll merkir og tað ið har til hoyrir enn er á vøruni og í líka góðum standi, sum tá ið vøran varð keypt.

Kostnaðurin at senda retur ber kundin sjálvur.

Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur.