Urval
Dissing pakkatilboð
Dissing pakkatilboð
Couldn't load pickup availability
DISSING PAKKATILBOÐ
Dissing urini eru kend fyri at hava eina høga góðsku samstundis sum tey eru á lágum prísstøði. Dissing urini brúka oftani slagorði "value for money".
Vit hava sett eitt Dissing pakkatilboð saman. Her fært tú eina urboks til 6 ur úr svørtum træði + 2 Dissing ur.
URBOKS TIL 6 UR SVØRT TRÆ DIT0000234
Hendan snøgga og haldgóða svarta urboksin úr træ er sera praktisk at goyma urini í. Ofta goyma fólk urini í skuffum og skápum, men hví ikki heldur goyma tey í einari urboks, sum bæði verjur tey og vísur tey fram?
DISSING CHRONO D1303
Dissing Chrono er kent fyri sniðið við teimum trimum kronografunum og høga góðsku. Hetta flotta Dissing harraurið hevur eitt modernað og stílreint snið, har keta og merkingarnar eru úr rustfríðum stáli, ímeðan urskivan og kronografarnir eru svartir. Urið hevur góðsku kvartsurverk, ið er heldur óvanligt fyri ur í hesum prísklassanum. Eisini hevur urið stoppur við millisekundvísara, vísur dato og tachymetur. Urið hevur tvørmát á 44 mm og er 15 mm tjúkt. Afturat tí er urið sniðgivið við safirklæddum mineralglasi, vatntrýsttestað niður til 50 metrar og hevur luminova, ið ger, at vísarnir og markeringarnar lýsa í myrkri. Hetta snotiliga Dissing Chrono D1303 er ein sikkur vinnari í einhvørjum mannfólka ursavni.
DISSING DATE D1320
Við hesum Dissing Date urinum fært tú eitt klassikt harraur við tíðarleysum sniði. Urið er eyðkent við ruflutum urkransi og vísur dato á urskivuni. Urið er framleitt úr rustfríðum stáli og hevur skøvufrítt safirglas á urskivuni, sum hevur eitt tvørmát á 41 mm. Tað er vatntætt niður til 10 ATM. Hetta urið er við farvuni silvur við bláari urskivu. Tú fært eitt ur við høgari góðsku og flottum sniðið, ið kann nýtast til eitthvørt høvi.






